Uttanlands

Portugal bannar innanlands ferðing

Tað verður banna at ferðast ímillum kommunur í landinum

Forsætisráðharrin í Portugal, Antonio Costa.(Mynd: EPA)

Forsætisráðharrin í Portugal, Antonio Costa.(Mynd: EPA)

2020-11-21 21:03 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Portugal herðir nú avmarkingarnar í stríðnum móti smittuspjaðingini.

Tað verður banna at ferðast ímillum kommunur í landinum frá 27. november til 2. desember og aftur frá 4. desember til 9. desember.

Avmarkingarnar vera settar í verk fyri at tálma hugin til at ferðast í hesum tíðarskeiðum, har portugisar vanliga njóta nakrar tjóðarheiligdagar. Eisini lata skúlarnir í landinum aftur í sama lagi.

Portugal hevur skrásett 6.472 koronusmittutilburðir og 62 andlát seinasta samdøgrið. Samlaða talið á smittaðum er 255.970, meðan 3.824 hava latið lív við smittuni í landinum.

 ---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder