Mentan

Poppstjørnan hugnar sær í Føroyum

Zara Larsson hugnar sær í føroysku náttúruni áðrenn stóra poppbrakið á Vágsbøi klokkan 21

2018-08-10 15:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra navnið á Summarfestivalinum í ár er uttan iva svenska Zara Larsson, sum spælir á Vágsbøi klokkan 21 í kvøld.

Les eisini: Zara Larsson stílaði longu sum 10 ára gomul eftir ovastu tindunum

Hon kom til Føroya í gjár, og áðrenn framførsluna í Klaksvík í dag er hugni á skránni. Á Instagram brúkaranum hjá henni sæst, at hon hevur verið í Kvívík og á Koks við Gjónna.

Og lagið sær út til at vera gott. 

- Hetta er hvussu glað eg eri um hendan dagin, skrivar hon á Instagram saman við einari mynd, har stendur við eitt ross omanfyri Kvívík.

Fylg Zara Larsson her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder