Nógv umrødda trygdaravtalan viðvíkjandi Grønlandi er undirskrivað í ST-bygninginum í New York.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, skýrir tað ein "win-win-win", og hóast hetta upp til mest hevur snúð seg um sambandið millum USA og Danmark, so er avtalan ikki gjørdd "um Grønland" men "við Grønlandi".
Soleiðis segði Nielsen - og avtalan letur eisini hurðina upp fyri størri grønlendskum sjálvsrøði.
Frederiksen skýrdi USA ein "vin hjá danska kongaríkinum". Annars hevur umrøðan seinastu árini í stóran mun snúð seg um, hvussu vandamikið USA og Trump kann vera.
Men nú er alt sæla, sambært ovasta leiðaranum í ríkinum, og avtalan verður skýrd at vera ein mílasteinur. Mette Frederiksen og hinir leiðararnir sýttu annars av svara spurningum frá áhugaðu tíðindafólkunum.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Fyri Donald Trump er eitt hetta eisini ein varði. Amerikanski forsetin, sum tosaði til sjálvan aðalfundin, staðfesti, at nú hevur USA "fult ræði á verjustøðuni í Grønland", og at "eingin fíggindi nú kann seta seg á tað.
Trump staðfesti søgurnar um, at USA fer at byggja tvær "ógvuliga stórar" hernaðarstøður í Grønlandi. Hesar vera við Narsarsuaq og Mestersvig. Møguleiki er eisini fyri øðrum støðum seinni.
Og so rósti hann Danmark, sum forsetin áður hevur spilt út, ella í minsta lagi stórt trýst á, við jøvnum millumbili.
- Danmark er eitt ótrúligt land - eitt vakurt land. Og vit hava knýtt eitt veruligt band til kongaríkið Danmark við hesum.
Les eisini: USA hevur ætlanir um tvær herstøðir í Grønlandi
Og hvussu so við Føroyum? Jú, Føroyar eru als ikki nevndar í avtaluna ella við á nakran hátt, uttan tað at vit hoyra undir danska kongaríkið. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og varaløgmaður, er til staðar í New York.
Hoyr Bárð á Steig Nielsen í samrøðu við FM1 her:
- Har stendur einki um Føroyar í avtaluni
Mynd: Brendan Smialowski/Reuters/Ritzau Scanpix
Allir partar hava nú undirritað avtaluna um meira umfatandi verju av Grønlandi og artiska økinum - undir størri amerikanskum ræði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald