Innanlands

Politiskur viðmerkjari: Jenis givið trýstum Pape hjálpandi hond í valstríðnum

Útsøgnin hjá Jenisi av Rana um samkyndan Søren Pape Poulsen kann hjálpa í valstríðnum og gera at fólk hava samhuga fyri konservativa formanninum, heldur politiski viðmerkjarin hjá B.T.

Jenis av Rana og Bill Justinussen í Andglettinum í KvF fyrrapartin (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Jenis av Rana og Bill Justinussen í Andglettinum í KvF fyrrapartin (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-10-25 20:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Ein vill útsøgn” er skoðsmálið frá politiska viðmerkjararnum hjá B.T., Joachim B. Olsen um tað, sum formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, segði í Andglettinum fyrrapartin.

Joachim B. Olsen heldur, at hetta bara kann vera eitt vinnaramál fyri Pape.

- Hetta er ein hjálpandi hond í hesum valstríðnum. Hetta er eitt sjónarmið, sum ikki hevur undirtøku í breiða fólkinum, sigur hann.

- Hendan útsøgnin fer at geva Søren Pape Poulsen samhuga, heldur Joachim B. Olsen.

Les eisini: Peikar Miðflokkurin á ein samkyndan forsætisráðharra? Tað kemur ikki upp á tal

Tað var í Andglettinum í Kringvarpinum fyrrapartin, at ein lurtari vildi vita, um Miðflokkurin fór at stuðla Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra, um flokkurin fekk ein fólkatingsess.

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, svaraði greitt, at tað bleiv ikki talan um, tí Søren Pape er samkyndur.

- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana í Andglettinum.

Les eisini: Aksel vil vita, um tað fær avleiðingar fyri Jenis

[object Object]Søren Pape Poulsen (Mynd: EPA)

Søren Pape hevur ikki viðmerkt málð annað enn eini stutt boð, sum hann legði út á Twitter fyrr í dag.

- Halt uppat. Eru vit ikki komin longur, spurdi hann.

Søren Pape stóð seg væl í veljarakanningunum í byrjanini av valdystinum, men er seinastu tíðina gingin nógv aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder