Mentan

Pól Skarðenni næstbestur í málikapping í Onglandi

Bygdafólkið skipaði fyri móttøku, tá hann kom heimaftur í gjár

Pól Skarðenni avmyndaður í 2021 oman fyri Norðtoftir (Mynd: Livar Nysted)

Pól Skarðenni avmyndaður í 2021 oman fyri Norðtoftir (Mynd: Livar Nysted)

2023-07-27 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Listamaðurin Pól Skarðenni hevur henda mánaðin luttiki í kapping fyri málarar í Onglandi. Og tað gekk so mikið væl, at listamálarin í Vatnsoyrum kom heimaftur við einum øðrum plássi.

Talan er um kappingina Paint Out Norwich, sum gongur út upp á at mála átta málningar í átta dagar, ein málning hvønn dag á ymsum støðum, sum fyrireikararnir valdu út frammanundan.

Pól Skarðenni er kendur fyri at mála landslagsmálningar, og hann málar teir á staðnum. Og sigast má at dómararnar dámdu málningarnar hjá føroyingunum, tí av teimum 100 listafólkunum, sum vóru við í kappingini, fekk Pól eitt flott annað pláss.

Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar, at tá Pól Skarðenni kom heim aftur til Vatnsoyrar fyrrapartin í gjár, skipaði bygdafólkið fyri móttøku, við sangi og røðu. Albert Ellefsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu, bar fram heilsu frá býráðnum. 

[object Object]Ein av myndunum, sum Pól Skarðenni málaði í Norwich (Mynd: Pól Skarðenni á Facebook)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder