Innanlands

Plast funnið í raspaðum høsnarungastykkjum

Hevur tú keypt Rema1000 høsnarungastykkir við BBQ dipp, er vandi fyri, at plast er í vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2022-09-18 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

DENCON FOODS A/S afturkallar nú Rema1000 Kyllinge dippers við BBQ dipp.

Orsøkin er, at blátt plast er funnið í vøruni, sum er seld í føroyskum handlum, og tí er hon ikki egnað sum matvøra, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Bláa plastið kemur helst frá einum oyðiløgdum flutningsbandi hjá framleiðaranum, verður sagt.

Mælt verður til, at vørurnar verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.

Talan er um hesa vøru:

Rema1000 Kyllinge dippers med BBQ
Nettovekt: 275 g
Best fyri: 20.04.2023,26.05.2023 og 16.06.2023
Lotnummar: L2 2001 1, L2 2602 og L2 1603 51
EAN-strikukota 5705830604897

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder