Innanlands

Pláss skal gerast fyri fleiri yngri læknum

Landsstýrismaðurin ætlar at økja um talið av útbúgvingarstørvum í føroyska sjúkrahúsverkinum

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-31 12:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur nú sett sær fyri at arbeiða við at økja um talið av útbúgvingarstørvum í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Tað boðar Heilsumálaráðið frá í dag. Landsstýrismaðurin fegnast um stóra áhugan fyri útbúgvingarstørvunum í sjúkrahúsverkinum, at so nógvir føroyskir yngri læknar ynskja, at koma til Føroyar at arbeiða, skrivar hmr.fo.

Serstøk játtan til útbúgving av yngri læknum varð sett á stovn í 2004. Í løtuni eru 16 KBU-læknar í útbúgvingarskipanini, 8 læknar í introstørvum innan ymiskar sergreinar og 10 læknar undir høvuðsútbúgving til kommunulækna.

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at økja talið av útbúgvingarstørvum til føroyskar yngri læknar. Síðan 2018 hava føroyskir læknar havt framíhjárætt til KBU-størvini í sjúkrahúsverkinum. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. Í hesum tíðarskeiðinum er talið av KBU-størvum eisini økt frá 12 til 20 um árið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder