Innanlands

Ph.d.-verja: Marnar í eldin fríggjadagin

Fríggjadagin kl. 13 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum

Marnar Fríðheim Kristiansen (Savnsmynd)

Marnar Fríðheim Kristiansen (Savnsmynd)

2022-09-07 15:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 9. september klokkan 13:00 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum.

Verjan er almenn og verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn á fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum.

Granskingin hjá Marnari vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi í kanningartíðarskeiðinum. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving, sigur granskarin.

Til verjuna hjá Marnari Fríðheim Kristiansen eru hesir andmælingar:

  • Pál Weihe, professari og formaður í dómsnevndini.
  • Henrik Møller, professari, Dr.Med., leiðandi epidemiologur á RKKP í Danmark (Regionernes Kliniske Kvalitetsudviklings-program), professari í krabbameinsepidemiologi á Aalborg Universiteti, professari em. á King´s College í London.
  • Liesbeth Van Eycken, Dr. , leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia.

Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum, og samandráttur av ritgerðini kann lesast her.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder