Innanlands

Paul Kjartan stillar upp fyri Sosialistisk Ung í Klaksvík

23 ára gamli Paul Kjartan Matras hevur m.a. verið við til at manna Landsnevndina hjá javnaðarungmannafelagnum seinastu árini, eins og hann hevur mannað lokalfelagið í norðoyggjum, SU Norð

Paul Kjartan Matras

Paul Kjartan Matras

2020-09-27 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit eru errin av at avdúka, at okkara egni Paul Kjartan Matras, verður á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum, til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu, skrivar ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung í tíðindaskrivi.

Paul Kjartan Matras er 23 ára gamal, og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur lokið studentsprógv á miðnámsskúlanum í Kambsdali, og arbeiðir í dag í Rúsdrekkasøluni í Klaksvík, har hann nýliga er liðugur í læru sum krambakallur.

Paul Kjartan hevur verið sera politiskt aktivur seinastu árini, og hevur hann m.a. verið við til at manna Landsnevndina hjá Sosialistisk Ung seinastu fýra árini. Eisini hevur hann mannað lokalfelagið í norðoyggjum, SU Norð, í longri tíð, skrivar ungmannafelagið.

Paul Kjartan Matras sigur m.a. soleiðis:

Eg velji at stilla upp til kommunuvalið, tí eg havi eitt ynski um at stimbra, og geva aftur til kommununa, ið hevur myndað míni barna- og ungdómsár.

Eg vil seta fokus á trivnað, og menning í frítíðarlívinum hjá ungum í kommununi. Sum smádrongur hava teir møguleikarnir, ið kommunan hevur havt at bjóða ríkað míni barndómsár, og verið ein kjarna í mínari menning sum ungur. Tann møguleika ynski eg øllum.

Harumframt skal tað vera pláss, og møguleiki hjá einstøkum og familjum at tryggja sær sømiligar bústaðir í kommununi. Klaksvíkin kann vera stolt av teimum, ið hon hevur sent út í heim, men tað má eisini vera pláss hjá teimum at koma heim aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder