Mentan

Páskastevna í Siloa og høllini á Kambsdali

Heitið á páskastevnuni í ár er “Samkoman, hon er tað verd!”

Siloa í Fuglafirði (Savnsmynd)

Siloa í Fuglafirði (Savnsmynd)

2022-04-11 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Brøðrasamkomurnar í Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa um páskini fyri stevnu í Siloa í Fuglafirði og í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Heitið á stevnuni er “Samkoman, hon er tað verd!”. Øll møtini verða stroymd.

Skírisdag og langafríggjadag verða møti í Siloa klokkan 18, og kl. 21 fríggjakvøldið verður ungdómsmøti.

Leygardagin verður farið á Kambsdal. Seinnapartin verða forvitnisligir áhugatímar á Miðnámi á Kambsdali. Tímarnir verða kl. 15 og endurtiknir kl. 16 við drekkamunni ímillum. Møguleiki er at velja tveir tímar.

Um kvøldið kl. 20 verður møti í høllini á Kambsdali og ungdómsmøti kl. 22.

Páskadag verður familjumøti kl. 12 og møti við breyðbróting kl. 14 í høllini. Máltíð verður millum møtini kl. 13.15. Kl. 14 verður eisini sunnudagsskúli á Miðnámi. Endað verður páskakvøld kl. 19 við konsert við Mariu á Lakjuni og LOT í høllini á Kambsdali.

Skráin sæst á www.hebronleirvik.org og á Facebook síðunum hjá Hebron, Siloa og Filadelfia.

Nærri kunning á Facebook

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder