Innanlands

Partarnir hittast nú aftur

Semingsstovnurin hevur sent Pedagogfelagnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum fundarboð. Seinnapartin skal greiða fáast á, hvussu tað best ber til at arbeiða fram ímóti einari semju

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið, at semingsstovnurin vil tosa við nøkur fólk frá hvørjum partinum fyri at fáa greiðu á, hvussu komast kann víðari við at finna eina semju

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið, at semingsstovnurin vil tosa við nøkur fólk frá hvørjum partinum fyri at fáa greiðu á, hvussu komast kann víðari við at finna eina semju

2021-06-10 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Føroya Pedagogfelag 21. mai vrakaði semingsuppskoti frá Semingsstovninum, hevur lítið og einki samband verið millum partarnar, men nú setast teir aftur við borið.

Semingsstovnurin hevur biðið Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um at koma á fund seinnapartin til tess at umrøða fæstlæstu støðuna, sum er á ansingarøkinum.

Hetta skrivar Kringvarpið.

Ætlanin er at fáa greiðu á, hvussu tað á bestan hátt verður komið víðari. Fundurin byrjar klokkan 14, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið halda seg til vrakaða semingsuppskotið og vilja ikki fyrihalda seg uppskotið til semju, ið Pedagogfelagið seinni hevur sent. 

Undantøkur

Verkfall hevur verið lýst á ymsum økjum og síðani verkbann, ið verður í gildi til nýggj semja er funnin.

Fíggjarmálaráðið hevur tó linka verkbannið, so at 48 limir í Pedagogfelagnum kundu fara aftur til arbeiðis mikudagin. Talan er millum annað um starvsfólk á Skúlanum á Trøðni.

Landstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, segði í útvarpstíðindunum á døgurða, at tey veikastu í samfelagnum ikki skulu líða undir støðuni, men at Fíggjarmálaráðið ikki vil sleppa verkbanninum heilt.

Verkbannið er nú galdandi fyri 26 limir

placeholder
placeholder