Innanlands

Páll á Reynatúgvu umhugsar støðuna

Kristina Háfoss fer í farloyvi úr tinginum 1. februar, og sandoyingurin er næstur á listanum

Páll á Reynatúgvu varð ov stuttur á løgtingsvalinum í fjør, men hann tekur møguliga sæti frá 1. februar (Mynd: Sverri Egholm)

Páll á Reynatúgvu varð ov stuttur á løgtingsvalinum í fjør, men hann tekur møguliga sæti frá 1. februar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-15 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð kunngjørt, at løgtingskvinnan Kristina Háfoss tekur við starvinum sum stjóri fyri Norðurlandaráðnum 1. februar komandi ár.

Harvið fer hon í farloyvi úr tinginum, og ein annar persónur skal harvið inn. Páll á Reynatúgvu, ið var løgtingsformaður seinasta valskeið, er næstur á listanum hjá Tjóðveldi.

Páll á Reynatúgvu sigur við Kringvarpið, at hann fer at hugsa seg um í nakrar dagar, um hann skal fara aftur í løgtingið.

Á valinum í fjør fekk Páll á Reynatúgvu 252 atkvøður. Næstur honum er Ingolf S. Olsen við 248 atkvøðum. Um Páll ikki tekur við sessinum er tað harvið upp til Ingolf, um hann tekur sæti ella ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder