placeholder
Innanlands

Páll á Reynatúgvu í donskum tíðindum

BT skrivar um føroyska tingformannin, sum ikki fer til døgurða, sum krúnprinsurin er vertur fyri

Krúnprinsaparið á vitjan í løgtinginum hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Krúnprinsaparið á vitjan í løgtinginum hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-25 09:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Páll á Reynatúgvu er veruliga komin í anglettin, eftir at hann boðaði frá, at hann heldur ikki hesa ferð fór til døgurða umborð á Dannebrog í samband við kongaligu vitjanina. Krúnprinsparið skipar fyri døgurða fyri innbodnum umborð á kongaliga skipinum, men løgtingsformaðurin heldur ikki tað er rætt, at danskir myndugleikar eru vertir, tá teir eru í Føroyum. 

Hettar hevur BT fingið við. Í gjár skrivaðu tey, um at føroyski løgtingsformaðurin boykottaði døgurðan. Tey hava eisini tosað við tveir føroyingar, sum ikki hildu tað var rætt, at Páll á Reynatúgvu boykottar døgurðan. 

- Eg haldi tað vera flovisligt, sigur Hanna Dalsenni, millum annað við BT. 

Les alla greinina her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder