Mentan

Ozzy hevur fingið staðfest Parkinson’s

Tekur konsrtvirksemið uppaftur eftir álvarsligt fall í heimi sínum í fjør

Ozzy Osbourne (Mynd: EPA)

Ozzy Osbourne (Mynd: EPA)

2020-01-22 08:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ozzy Osbourne, 71 ára gamli sangarin í rokkbólkinum Black Sabbath, hevur Parkinson. Tað fortaldi hann í eini samrøðu í amerikanskum morgunsjónvarpi í gjár.

Sjúkan varð staðfest í februar mánaði í gjár. Talan er um Parkinson 2, sum ikki er so vandamikil, greidda kona hansara, Sharon Osbourne, frá í sendingini.

Í apríl í fjør avlýsti Ozzy Osbourne allar sínar ætlaðu konsertir eftir at hann var dottin heima hjá sær sjálvum. Hann mátti leggjast undir skurð og viðgerast fyri ein skaða í nakkanum, og síðani hevur hann veriðundir skurði fleiri ferðir.

Hann fær nú heilivág móti Parkinson’s og pínustillandi heilivág fyri nervapúnur eftir skurðviðgerðirnar, skrivar BBC.

Men nú er ætlanin at taka upp aftur konsertvirksemið. Fyrsta konsertin verður í Atlanta 27. mai og í heyst kemur hann heim til Bretlands at halda nakrar konsertir.

21. ferbuar kemur ein útgáva frá honum, Ordinary Man, sum er fyrsta soloútgáva frá hansara hond í 10 ár. Við á útgávuni eru eitt nú Elton John, guittarleikarin Slash og bassleikarin Duff McKagan frá Guns N’Roses og trummuleikarin Chas Smith frá Red Hot Chili Peppers. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder