Tað er liðin fýra ár síðan Guðrið lat útgávuna ”Gult myrkur” úr hondum, sum var sera væl móttikin og m.a. varð kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023.
Nú er Guðrið aftur aktuell við nýggjari útgávu, ”Sýrublað”, sum kemur út 10. apríl. Høgni Lisberg hevur staðið fyri framleiðsluni og upptøkum, og tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur, við íblástri frá country, reggae og rokki.
Fyrsta staklagið á útgávuni er lagið ”Oyralippan” sum m.a snýr seg um álitið og sambandið í millum tvey mennsikju, sum dyppa saman.
- Vit vildu gera eitt summarligt reagge popp lag, fylt við “good vibes” spæligleði og spontanitetið, sum riggar væl til sensuella og spælandi tekstin hjá Beini Bergsson, sigur Guðrið um lagið
Um lagið:
Lag: Guðrið Hansdóttir, Karl Andrias Stórá
Orð: Beinir Bergsson
Guðrið Hansdóttir: sang, guitar
Høgni Lisberg: trummur, bass, guitar, op-1, kór, framleiðsa, upptøkur, ljóðbland og frumband
Marianna Winter Nagata: kór
Kirstin Helgadóttir: perma
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald