Innanlands

Ovis roynir seg nú í Danmark

Skulu leggja ætlan sína fram fyri danskari dómsnevnd í Kolding í morgin

2022-04-20 16:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Teir fýra ungu menninir úr Skúlanum við Løkin, sum undir heitinum Ovis herfyri vunnu SkúlaFM, skulu í morgin royna seg í donsku kappingini innan íverksetan. 

Ovis hevur ment ljóðpanel úr føroyskari seyðaull, og skal leggja fullfíggjaðu verkætlanina fram fyri donsku dómsnevndini á finaludegnum í Kolding, í morgin, hósdagin 21.apríl. 

Les eisini: Ovis vann SkúlaFM 2022 

Næmingarnir handan Ovis ganga í 10. flokki í Skúlanum við Løkin. Teir eru Trygvi Christiansson, Ólavur Olafsson Davidsen, Teitur Hentze Knudsen og Dávur Samuelsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder