Innanlands

Ovastu í donsku stjórnini í Ukraina

Frederiksen, Ellemann og Løkke vitja Zelenskyj í dag

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2023-01-30 13:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ovastu fólkini í donsku stjórnini, Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Jakob Ellemann Jensen, verjumálaráðharri, eru í dag á vitjan í Ukraina.

Tey vitja býin Mykolajiv, sum er danskur vinarbýur. Mykolajiv var millum fyrstu býirnar, ið vórðu álopnir av russiska herinum, tá Russland í fjør gjørdi innrás í fjør.

Á netmiðlinum Telegram skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at tey eitt nú hava vitjað eitt sjúkrahús.

- Saman við danska stjórnarleiðaranum, Mette Frederiksen, vitjaðu vit teir særdu ukreinsku verjarnar á einum sjúkrahúsi í Mykolajiv, skrivar hann.

Donsku stjórnarlimirnar hava eisini vitjað eitt vatnverk, eina korngoymslu og ein umsitingarbygning, sum varð oyðilagdur undir bumbingini.

Undan krígnum búðu næstan ein hálv millión fólk í Mykolajiv. Mett verður, at umleið 230.000 framvegis búgva í býnum. Restin er flýggjað ella dripin í bumbuálopunum, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder