Innanlands

Ótangar koyra á gás við bili

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um ógvusliga djórapínslu í Havn

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2022-05-16 22:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan er í sambandi við annað kanningararbeiði komin fram á videoupptøku, har ótangar við vilja koyra ímóti einum gásapari. Onnur gásin verður ákoyrd.

Hendingin skal vera farin fram í Havn.

Hetta er ógvuslig djórapínsla, og menninir í videobrotinum hava játtað seg sekar.

Dagur og vika vísti í kvøld ógvusliga videobrotið, og tað sæst frá minutti 11. minutti.

Menninir eru skuldsettir fyri brot á ferðslulógina, brot á djóravernarlógina og herverk, tí ungu menninir gera seg inn á djór. Málið kemur fyri rættin einaferð seinni.

Dagur og vika frá í kvøld sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder