Mentan

Oscar-handanin 2021: Tey tilnevndu sleppa ikki at luttaka umvegis Zoom

Framleiðarar hava gjørt sær stóran ómak at skipa fyri einum tryggum og hugnaligum kvøldi, og gestir verða bidnir um at møta persónliga upp og at lata seg fínt í – Oscar-handanin verður í Los Angeles 24. apríl

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-20 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við handanina av ársins Oscar virðislønum, verður tað ikki møguligt hjá teimum tilnevndu at luttaka umvegis Zoom, og skulu tey tí møta persónliga upp at taka ímóti virðislønunum.

I brævi til tey tilnevndu frá framleiðarunum stendur, sambært BBC, at teir hava gjørt sær stóran ómak at skipa fyri einum tryggum og hugnaligum kvøldi fyri teimum øllum at møta upp til.

– Fyri teimum av tykkum, sum ikki kunnu møta upp orsakað av tíðarætlan ella óttanum fyri at ferðast, vilja vit boða tykkum frá, at tað ikki verður møguligt at nýta Zoom í sambandi við handanina.

Í sambandi við øðrum virðislønahandanum hetta árið, eitt nú Grammys, Emmys og Golden Globes, hevur annars borið til hjá teimum tilnevndu at luttaka umvegis Zoom. Hetta orsakað av smittuvandanum við covid-19.

93. Oscar handanin verður sum vant í the Dolby Theatre í Los Angeles 25. apríl, og í ár verður møguligt at verða kannaður fyri covid-19 á staðnum. Eisini verða ávísar leiðreglur fyri tey, sum koma úr Los Angeles, og aðrar leiðreglur fyri tey, sum koma aðrastaðni frá.

Á øðrum virðislønahandanum hevur mann í ár sæð gestir í gerandisklæðum, men heitt verður á Oscar-gestir um at lata seg fínt í.

Í sambandi við tiltakið verða neyðug fyrivarni tikin.

Listin yvir tey tilnevndu sæst her.

Les eisini: Tvær Oscar-tilnevningar til Druk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder