Uttanlands

Ongar kvinnur at síggja í afghanska høvuðsstaðnum

Í gjár var fyrsti fulli dagur við Taliban-stýri í Afghanistan

Talinan-rørslan ræður nú fyri borgum í Afghanistan (Mynd: EPA)

Talinan-rørslan ræður nú fyri borgum í Afghanistan (Mynd: EPA)

2021-08-17 07:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongar kvinnur vóru at síggja úti á gøtuni í afghanska høvuðsstaðnum í gjár, mánadagin, sum var fysti heili dagur við Taliban-stýri í landinum.

Tað skrivar blaðið The Guardian, sum hevur journalistar í býnum.

Hóast islamska rørslan, sambært BBC, hevur lovað, at hon vil tryggja rættindini hjá kvinnum, so er myndin ein onnur.

Málað er út yvir myndir av kvinnum við vakurleikastovur, og kvinnur fjala seg av ótta fyri at koma í klørnar á Taliban.

- Tað eru ongar kvinnur á gøtuni. Tær goyma seg í bilum í maskum og hárinum fjaldum, sigur 24 ára gamla Hayat við The Guardian.

- Tað einasta góða at siga um tað er, at tað ikki er serliga nógv ferðsla nú, leggur hon afturat. Kvinnan, sum The Guardian hevur tosað við, hevði leitað sær út, bara fyri at síggja hvussu býrurin sær út undir Taliban-stýrinum. Hon sigur, at hon ikki kennir seg trygga á gøtunum, og óttast fyri, at Taliban fer at skjóta hana.

Detta undan flogførunum
Í floghavnini í Kabul hevur ruðulleiki verið síðan sunnudagin. Herfólk brúka vápn og tyrlur í royndini at rudda lendingabreytina fyri fólk.

Fleiri hava latið lív í royndini at sleppa út úr landinum við at krøkja seg í hjólini á flogførum á veg avstað.

Aðrastaðni í býnum umhugsa fólk um, tað er møguleiki at flýggja úr landinum á annan hátt, ella um tey skulu venja seg við tankan um eitt lív undir harðrendum Taliban-stýri.

Broytingin sæst eisini í sjónvarpinum, har tíðindi og sendirøðir frá India og Turkalandi eru skift út við átrúnaðarligar sendingar uttan reklamur.

Flestu fyritøkur vóru stongdar í gjár, hóast Taliban hevur heitt á fólk um at venda aftur til arbeiðis og taka teirra vanliga lív uppaftur. Nøkur bakarí, handlar og matstovur vóru tó opin, so fólk kundu fáa okkurt at eta.

Taliban hevur heitt, serliga á kvinnulig starvsfólk í heilsuverkinum, um at halda á við teirra gerningi, skrivar The Guardian.

ST-aðalskrivarin, António Guterres, óttast fyri rættindunum hjá gentum og kvinnum í Afghanistan. Hann mælti til, at vunnin rættindi í landinum verða vard.

Tá Taliban ráddi fyri borgum í Afghanistan frá 1996 til 2001 sluppu kvinnur ikki at arbeiða, og gentur sluppu ikki at ganga í skúla.

Samstundis skuldu allar kvinnur fjala andlitið og einans fara út, um tey fylgdust við onkrum mannfólki úr familjuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder