Innanlands

Ongar fráboðanir um stormskaðar í nátt

Hóast illveður og vánalig koyrilíkindi hevur arbeiðið hjá løgregluni ikki verið nógv ávirkað av hesum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-05 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rættiliga nógvur vindur og kavi hevur verið seinasta samdøgrið, og hált er um alt landið, men arbeiðið hjá løgregluni hevur kortini ikki verið nógv ávirkað av hesum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey ongar fráboðanir hava fingið um stormskaðar í nátt, og hóast talan ikki hevur verið um tey bestu koyrilíkindini, hava tey heldur ikki fingið nakra fráboðanir um ferðsluóhapp.

Náttina til sunnudagin komu tó onkrar fráboðanir inn um smærri stormskaðar, verður sagt.

Seinasta náttin hevur tí verið stak friðarlig hjá løgregluni, helst tí fólk hava hildið seg heima í illveðrinum.

Í morgun verður framvegis boðað frá vánaligum koyrilíkindum, og heitt verður á bilførarar um at koyra varliga. Í Útvarpstíðindunum í morgun hoyrdist eisini, at tað ikki ber til at salta vegirnir í løtuni orsakað av nógva vindinum.

Les eisini: Vánalig koyrilíkindi kring landið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder