
32.900 av teimum knapt 38.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru í arbeiðsfjøldini, og sostatt er talan um ein vinnutíttleika á 84,9 prosent.
Og vinnutíttleikin í Føroyum er serstakliga stórur samanborið við onnur lond, skrivar Hagstovan.
Ein tann størsti munurin millum Føroyar og hini londini er, at bæði tey ungu, tey eldru og kvinnurnar í Føroyum eru meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni.
Longu frá 15 til 20 ára aldur er vinnutíttleikin um 80 prosent í Føroyum og 70 prosent í Íslandi, samanborið við sløk 45 prosent í Danmark og 20 prosent í ES.
At vinnutíttleikin er størstur í Føroyum er ikki ein nýggj støða, men nakað, sum er broytt seinastu árini, er at munurin millum Føroyar hini londini vorðin størri. Áður hava Føroyar og Ísland togast um størsta vinnutíttleikan, men nú er munurin millum hesi bæði londini vorðin størri, skrivar Hagstovan.
Hjá føroyskum monnum er vinnutíttleikin 87 prosent, og hjá íslendskum 82 prosent. Hjá kvinnunum er hann ávíkavist 82 prosent og 75 prosent. Eisini er sermerkt fyri vinnutíttleikin í Føroyum samanborið við onnur lond, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald