Innanlands

Ófráboðaðir fyrispurningar, rættindi hjá flóttum og eykajáttanarlóg á skránni seinnapartin

Fyrstu viðgerðir vera av bráðfeingis málum um millum annað rættindi hjá teimum, ið komin eru úr Ukraina, til veitingar í Sjúkrahúsverkinum. Tingfundurin byrjar klokkan 13

Beint yvir 15 milliónir skulu játtast, í samband við at tikið er ímóti flóttum úr Ukraina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beint yvir 15 milliónir skulu játtast, í samband við at tikið er ímóti flóttum úr Ukraina (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-06 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Byrjað verður við ófráboðaðum fyrispurningum til løgtingsfólk, og har kann nógv ymiskt stinga seg upp.

Síðani verður sjóneykan sett á íkommnu støðuna við flóttum, ið komnir eru úr Ukraina.

Fyrst verður talan um uppskot til løgtingslóg um rættindi hjá persónum, ið eru rikin úr Ukraina, til veitingar í Sjúkrahúsverkinum. Ætlanin hjá Heilsumálaráðnum er, at tey skulu fáa somu rættindi sum føroyingar á hesum økinum.

Hetta málið verður eftir viðgerð beint í Trivnaðarnevndina.

Síðani skal uppskot til Ríkislógartilmæli viðgerast, ið snýr seg um at seta lóg í gildi, ið kann geva fyribils uppihaldsloyvi til flóttar.

Tað fer víðari í Rættarnevndina, og so verður talan um eykajáttanarlóg, sum skal viðgerast og síðani beinast í Fíggjarnevndina.

Tað er greitt, at tað at hava flóttafólk fer at kosta landskassanum beint yvir 15 milliónir.

Sí skrá fyri tingfundin og meira um málini her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder