Innanlands

Nýtt undirvísingartilfar ávegis

Føroya Handverksmeistarafelag hevur saman við fakfeløgum og fyritøkuna Tøkni ment nýtt undirvísingartilfar, sum hevur til andamáls at geva fólkaskúlanæmingum kunnleika til handverk og yrkisútbúgvingar

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2023-01-30 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undirvísingin verður skipað sum Kahoot líknandi spurnarkapping, har næmingarnir á ein stuttligan og læruríkan hátt koma at kenna ymiskar yrkisútbúgvingar.

Næmingarnir luttaka í spurnarkappingunum “Bygg eitt hús” og “Gita eitt fak”. Enn eru vert tvær spurnarkappingar framleiddar, men endamálið er at breiðka um útboðið. Endamálið er, at spurnarkappingarnar skulu virka sum kvalifikatión til eina praktiska kapping, har næmingarnir skulu loysa handverkslíknandi uppgávur, skrivar Vinnuhúsið.

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, er sera spentur uppá at fáa tilfarið út:

– Tað er hart tiltrongt at ung fáa betri atgongd til handverk. Í grundini halda vit í Føroya Handverksmeistarafelag, at handverk átti at verið ein munandi størri partur av fólkaskúlanum, serliga í framhaldsdeildini, men hetta er eitt gott ískoyti, sigur hann.

Mánadagin í farnu viku, varð tilfarið royndarkoyrt saman við 8.b í skúlanum á Argjahamri. Næmingarnir vóru spentir uppá spurnarkappingarnar og stuttleikaðu sær óført. Serliga var tað tann praktiski parturin, sum var fangandi. 8.b á Argjahamri skuldi smíða seymir í ein bjálka, eins og húsasmiðir, samla eitt vatnlás, soleiðis sum rørsmiðir gera og til seinast skulu tey stápla dósir, sum krambakallar m.a. fáast við.

Vónin er, at allir 8. flokkar í Føroyum fáa møguleikan at royna undirvísingartilfarið. Síðani er málið at skipa fyri stórari kapping, har næmingarnir skulu loysa praktiskar uppgávur, skrivar Vinnuhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder