Innanlands

Nýtt tilboð til eldri og onnur í vandabólkum um ókeypis koppseting

Frá 1. august 2020 kunnu øll, sum hava fylt 65 ár og onnur í ávísum vandabólkum, verða koppsett ókeypis ímóti pneumokokk bakteriuni, sum kann elva til hættisligan lungnabruna. Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna.

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2020-07-31 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsumálaráðið: Tilboðið um ókeypis koppseting verður veitt øllum persónum, sum hava fylt 65 ár; persónum, yngri enn 65 ár, sum eru í serligum vanda fyri álvarsamari pneumokokksjúku; persónum yngri enn 18 ár, sum hava ávísar varandi sjúkur, umframt búfólkum á røktarheimum og ymsum bústovnum.

Endamálið við hesum tilboðnum um ókeypis koppseting er at minka um talið á persónum, sum verða álvarsliga sjúkir av ígerðarsjúku.

-Eg vóni, at øll fara at taka av tilboðnum um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum. Koppsetingar eru tann virknasti mátin at fyribyrgja at fólk gerast sjúk og til at fyribyrgja sjúkum, og tí er tað sera týdningarmikið, at fólk taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Í kunngerðini um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum sæst, hvørjir vandabólkar eru fevndir av tilboðnum um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum.

Tey, sum ynskja at verða koppsett, skulu venda sær til egnan kommunulækna. Eisini ber til at venda sær til kommunulæknan um fólk ivast í, um tey hava rætt til hesa ókeypis koppsetingina.

placeholder
placeholder