Innanlands

Nýtt spælipláss ávegis í Grasagarði

- Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum. Sp/f Arta vann útboðið

2022-04-05 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv vitjaða spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, verður nú dagført.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag.

- Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum. Nýggj ljósseting skal vera við til at tryggja, at Grasagarður eisini verður innbjóðandi í myrku tíðini.

Tað verður Sp/f Arta, sum fer at standa fyri verkætlanini, sum varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka. Fyritøkan vann útboðið og fer nú í gongd við arbeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder