Innanlands

Nýtt smittumet í Danmark

1353 nýggir smittutilburðir eru staðfestir, og 35 eru innløgd við koronu. Í Svøríki eru tølini eisini vaksandi, og politikkarar í báðum londum meta støðuna vera sera álvarsama

Christiansborg er eisini rakt av koronu

Christiansborg er eisini rakt av koronu

2020-11-03 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronasmittan hevur seinastu tíðina aftur fingið fastatøkur kring Evropa, og í Danmark vórðu 1353 nýggir tilburðir staðfestir seinasta samdøgrið. Tað er tað hægsta nakrantíð. Fýra fólk eru deyð við korona seinasta samdøgrið, og 35 fólk eru innløgd.

Koronareglurnar vórðu fyri kortum herdar, so at millum annað færri kunnu savnast. Í dag er eisini vorið greitt, at sjúkan hevur rakt Christansborg. Spurnartímin í dag varð útsettir, tí fleiri politikkarar hava fingið staðfest smittuna ella eru í sóttarhaldi og møgleiki er fyri, at Christansborg heilt steingir í eina tíð, eins og í vár. Henrik Dam Kristensen, formaður í Fólkatinginum, sigur við TV2, at støðan í Danmark er sera álvarsom, men tað er eisini umráðandi, at Fólktingið kann arbeiða fyri millum annað at gjøgnumføra skundlógir.

Les eisini: Christiansborg steingir vegna korona

Í Svøríki hevur forsætisráðharrin, Stefan Löfven, í dag havt tíðindafund. Har segði hann, at støðan er sera álvarsom. Politikkarar hava fyrr í ár ikki blandað seg so nógv í stríðið móti korona - tað hevur verið Anders Tegnell sum farsóttarleiðari, sum hevur staðið á odda.

Í gjár vórðu yvir 203 fólk í Svøríki innløgd við koronu - 20 á inntensivu. 3188 nýggir smittutilburðir vóru kring landið. Björn Eriksson, heilsustjóri í Stokkhólmi sigur, at man hevur mist tamahaldið, sum man hevur havt - serliga tí fólk ikki halda frástøðu. Stjórnin hevur innført avmarkingar, sum minna um tær aðrastaðni. Stefan Löfven kunngjørti millum annað í dag, at myndugleikar viðmæla, at man ikki er saman við øðrum enn teimum, sum ein býr saman við, og at ikki meira enn átta fólk savnast á matstovum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder