
Blaðið Vikuskifti kunngerð nýggja veljarakanning í morgin í sambandi við, at tað er eitt ár til, at tað í seinasta lagi verður løgtingsval.
Kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt, vísir millum annað, at tey fýra nýggju landsstýrisfólkini hava staðið seg betur enn tey, sum vóru undan teimum.
500 fólk vóru spurd 24. august, um hvussu tey halda, at landsstýrisfólkini hava staðið seg. Tey flestu liggja um miðal (3 stig), men veljarin heldur, at tað er landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum sum klárar seg best. Meðan Helgi Abrahamsen í kanningini 30. mars 2021 fekk 2,52 stig, fær nýggi maðurin í sessinum, Magnus Rasmussen 3,31 stig.
Hini trý nýggju landsstýrisfólkini vera eisini mett at klára seg betri enn undanfarnu.
Øll veljarakanningin verður tøk í Blaðnum Vikuskifti, sum kemur út klokkan 7 í morgin árini á bladid.fo og á forsíðuni á Portalinum.
Stór útskifting
Fýra landsstýrsfólk eru skift út síðani hendan samgongan varð skipað. Magnus Rasmussen tók yvir eftir Helga Abrahamsen í umhvørvis- og vinnumálum í apríl í fjør.
Fyrst í januar í ár var aftur útskifting í landsstýrinum, tá Árni Skaale og Sólvit Nolsøe tóku yvir eftir Jacob Vestegaard og Elsebeth M. Gunnleysdóttur í ávikavist Fiskimálaráðnum og Almannamálaráðnum.
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálaráðnum (Mynd: Sverri Egholm
Seinasta útskiftingin higartil, var tá Jørgen Niclasen legði frá sær sum fíggjarmálaráðharri í februar. Uni Rasmussen hevur síðani tá røkt ráðharrasessin í Fíggjarmálaráðnum.
Uni Rasmusen tók við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum í februar (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald