Innanlands

Nýggja samgongan í Tórshavn: Leggja høvuðsdent á níggju mál

Bústaðartrot, eldraøki og integratión eru millum hesi málini. Samgongan vil arbeiða við einum skynsamum fíggjarpolitikki og øktum gjøgnumskygni

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-11-11 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fráboðanini frá Heðini Mortensen tíðliga í morgun um nýggja samgongu varð kunngjørt, hvørji mál høvuðsdentur verður lagdur á í komandi býráðssetu. Talan er um nýggju mál/punkt:
  
- Bústaðartrot
- Dagstovna- og serøki
- Eldraøki
- Orku og umhvørvi
- Mentan
- Integratión
- Góðar karmar til vinnulívið
- Betri karmar til ítróttar- og frítíðarvirksemi
- Betri karmar til listarligt virksemi

Í skrivinum varð gjørt greitt, at komandi dagarnar verður eitt meira útgreinað samgonguskjal orðað.

Les eisini: Skjótt avgreitt: Samgonga skipað við Heðini Mortensen á odda

Tað eru Javnaðarflokkurin, við seks mandatum, og Sambandsflokkurin, við Annfinni Brekkstein, sum hava skipað samgonguna, ið vil arbeiða við omanfyri nevndu punktunum. Samgongan vil gera hetta við einum skynsamum fíggjarpolitikki og øktum gjøgnumskygni, verður boðað frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder