Innanlands

Nýggj veljarakanning: Samgongan fær tummil niður frá veljarunum

Nú minni enn eitt ár er til komandi løgtingsval eru ráðandi flokkarnir langt frá at hava ein meiriluta av veljarunum aftan fyri seg. Tað vísir nýggjasta veljarkanningin hjá Blaðnum Vikuskifti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-03 07:12 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Nú byrjar av álvara at sansa at hjá sitandi samgongu, um hon skal gera sær vónir um at sleppa at halda fram eftir komandi løgtingsval.

Nú er minni enn eitt ár er til løgtingsval skal vera, og sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti í farnu viku, so gongur tað bara afturá við undirtøkuni fyri samgonguflokkunum.

Teir tríggir flokkarnir, sum manna samgonguna megna í nýggjastu kanningini einans at savna 40,6 prosent av atkvøðunum, meðan teir tríggir andstøðuflokkarnir, ið kunnu rokna við at verða valdir á ting, fáa 57,4 prosent.

Hóast andstøðan vinnur undirtøku frá samgonguni í mun til kanningina, ið vit høvdu her í blaðnum miðskeiðis í juni, so er tingmannabýtið tó tað sama. Andstøðan fær 20 og samgongan 13.

Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder