Innanlands

Nýggj ungdómsumboðsnevnd í Fuglafjarðar kommunu

Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg eru nýggju umboðini. Nevdin hevði sín fyrsta fund fyri jól

At verða ungdómsumboð, inniber millum annað at umboða ungdómin í Fuglafjarðar kommunu, at vera ráðgevari hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum, at hittast í býráðssalinum og at vera við í til dømis ramløgum og fjølmiðlum. Nevndin hevur fund einaferð um mánaðin, umframt eftir tørvi (Mynd: fuglafjordur.fo)

2022-12-26 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð eru ungdómsumboð vald í Fuglafjarðar kommunu. Hetta skrivar fuglafjordur.fo.

Nýggja nevndin hevði sín fyrsta fund beint fyri jóla. Í henni sita Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg.

At verða ungdómsumboð, inniber millum annað at umboða ungdómin í Fuglafjarðar kommunu, at vera ráðgevari hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum, at hittast í býráðssalinum og at vera við í til dømis ramløgum og fjølmiðlum, skrivar Fuglafjarðar kommuna.

Nevndin hevur fund eina ferð um mánaðin - ella eftir tørvi - situr í eitt ár, og verður hon lønt fyri sítt arbeiði. Tey í ungdómsnevndini kunnu altíð seta ungdómsmál á skrá

- Um tú hevur okkurt hugskot, sum tú kundi hugsað tær bleiv til veruleika, so er at siga tað við títt umboð, ella at senda okkum hugskotið í DM á instagram @fuglarnir_ung

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder