Innanlands

Nýggj nevnd í ungdómsfelagsskapinum Huxa

Nýggjur formaður er Rói Johannesen

2023-01-31 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í Huxa, ið er ungamannafelagið hjá Fólkaflokkinum.

Nýggja nevndin varð vald á landsfundi ungmannafelagsins og skipað á nevndarfundi 25. januar 2023.

- Nevndin takkar Tummasi Jóhan Í Djónastovu fyri arbeiðið, ið hann hevur gjørt fyri Huxa í mong ár. Huxa var óvirkið, men Tummas fekk ungmannafelagið virkið aftur, og tað eru vit í dag sera takksom fyri. Hansara partur liggur ikki eftir. Somuleiðis ynskja vit enn einaferð at takka Erlingi Mørkøre og Teiti Friduson Andreasen fyri stóra og góða arbeiðið teir hava gjørt fyri Huxa, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Nevndin hevur nú skipað seg. Rói Johannesen er formaður, Jessica Cazabon Celibashi, næstforkvinna, Rúni Hammer, kassameistari,  Maria Müller, skrivari, og Naomi Pauladóttir Olsen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Eyðstein Zachariasen, Oddur Norðberg, Fríði Leitisskarð og John Bærendsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder