Mentan

Nýggj Amy Winehouse-útgáva kann vera ávegis

Tíggju ár eru liðin, síðan hon doyði, men foreldrini hava enn nakrar ljóðupptøkur við óútgivnum tilfari

Framførsla hjá Amy Winehouse í Sveis í 2007 (Mynd: EPA)

Framførsla hjá Amy Winehouse í Sveis í 2007 (Mynd: EPA)

2021-07-28 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin í farnu viku vóru júst tíggju ár liðin, síðan bretska songkvinnan Amy Winehouse varð funnin deyð í heiminum í London. Hon gjørdist bert 27 ára gomul.

Hóast hetta, er møguliga ein nýggj Amy Winehouse-útgáva ávegis.

Foreldrini hjá Amy Winehouse siga við BBC, at tey hava ljóðupptøkur við tilfari hjá Amy, sum ongantíð er útgivið.

Hvussu nógv av tilfarinum kann brúkast er tó ógreitt, tí fløgan hevur fingið eitt sindur av skaða. Kortini ber møguliga til at bjarga ein part av tí, sigur pápin, Mitch Winehouse.

Upptøkurnar eru frá áðrenn Amy Winehouse gjørdist kend. Hetta fer vónandi at geva fjepparum innlit í, hvussu hon mentist sum sangskrivari, halda foreldrini.

Í 2015 boðaði stjórin fyri plátufelagið Universal Music UK, David Joseph, annars frá, at einki nýtt tilfar fór at koma frá Amy Winehouse. Hann hevði nevniliga oyðilagt alt hennara óútgivna tilfar fyri at forða øðrum í at gera arbeiði hennara liðugt. Talan var um eina moralska avgerð, segði hann.

Sambært Mitch Winehouse, var talan tó um idioti. Sjálvandi skulu fjepparar sleppa at hoyra hennara óútgivna tilfar, heldur hann, og tí er heppið, at foreldrini enn hava nakrar upptøkur hjá henni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder