Innanlands

Nýggi leiðarin farin til verka

Jørgin Olsen hevur glett seg til uppgávuna sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði. Hann hevði fyrsta arbeiðsdag í gjár

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Jørgin Olsen, leiðari og Sheila Sigmundsdóttir, varaleiðari (Mynd: Nes kommuna)

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Jørgin Olsen, leiðari og Sheila Sigmundsdóttir, varaleiðari (Mynd: Nes kommuna)

2023-01-03 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jørgin Olsen, nýggi leiðarin í Barnagarðinum á Svangaskarði, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í gjár.

Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku, so umboð fyri Nes kommunu og starvsfólk annars høvdu møguleika at heilsa uppá nýggja leiðaran.

Jørgin Olsen takkaði fyri móttøkuna og segði, at hann hevur glett seg til uppgávuna sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði. Hann segði, at hann fer at leggja stóran dent á samstarv við kommunu, varaleiðara, starvsfólk og foreldur.

Tað var í november, at bygdaráðið samtykti at seta Jørgin Olsen, námsfrøðing, í starv sum nýggjan leiðara frá 1. januar 2023.

Jørgin Olsen er 55 ár, ættaður úr Fuglafirð og búsitandi í Runavík. Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur hann tikið leiðarútbúgvingar. Hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og dagstovnum eins og leiðsluroyndir.

Jørgin Olsen var leiðari í Dagstovninum við Stórá í Rituvík í árunum 2008-2017. Síðan hevur hann verið eindarleiðari í Eind 1 hjá Almannverkinum í Norðoyggjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder