Innanlands

Nú vera færri næmingar í hvørjum flokki – vónandi

Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar í skúlablaðunum, at tað er løgið, at hámarkið fyri floksstødd nú liggur á 26 næmingum. Hetta er ógvuliga møtimikið fyri lærar

- Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er nøkur løtt og einføld uppgáva at vera einsamallur lærari hjá 26 næmingum (Mynd: skulabladid.fo)

- Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er nøkur løtt og einføld uppgáva at vera einsamallur lærari hjá 26 næmingum (Mynd: skulabladid.fo)

2023-01-18 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú hendir loksins tað, sum hjá mongum lærara man hava verið so sjálvsagt í fleiri ár.

Soleiðis skrivar Tórhallur við Gil á skulabladid.fo. Næstformaðurin í Føroya Lærarafelagið sipar til feska samgonguskjalið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, har tað beinleiðis stendur: “vit ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki".

Sambært Tórhalli við Gil fer hetta at koma í tøkum tíma. Uppgávan at vera einsamallur lærari hjá 26 næmingum er ovurhonds stór, og tað er at undrast á, at hví hámarkið er farið upp

- Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er nøkur løtt og einføld uppgáva at vera einsamallur lærari hjá 26 næmingum. Tað er bæði krevjandi og ógvuliga strævið til tíðir. Í skrivandi stund er skipanin við floksstødd soleiðis, at vanlig floksstødd er sett til at vera 24 næmingar, men tímar verða tó ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn flokkurin fer upp um 26 næmingar. Hámarkið fyri floksstødd er altso av onkrari óvissari orsøk tambað til 26 næmingar, hóast lógin sigur, at hægsta mark er 24. Løgið.

Fólkaskúlalógin verður ikki fylgd, vísir næstformaðurin á, og hendan støðan kann ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið, og eisini gera at einstaki næmingurin ikki fær nóg mikið av hjálp. 

- Um stirðil er í samgonguni, sum nú er komin framat, og víst verður í verki, at ætlanin veruliga er at bøta um støðuna í fólkaskúlanum, t.d. at minka floksstøddina, er eingin ivi um, at arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum og fólkaskúlin sum heild verða lyft eitt stórt lop rætta vegin.

Til ber at lesa alla greinina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder