Innanlands

Nú skulu broytingar gerast í pensjónini

Almanna- og mentamálaráðið ætlar at gera eina meira smidliga skipan, so at pensjónin kann tillagast eftir inntøkum. Hon skal ikki longur verður goldin frammanundan, men ístaðin verða goldin afturúr

Eirikur í Jákupsstovu er landsstýrsmaður: -  Harvið slepst undan stórum eftirrokningum til føroyskar fólkapensjónistar, og hetta fer at gera tað lættari hjá pensjónistum, ið hava eina inntøku aftrat fólkapensjónini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eirikur í Jákupsstovu er landsstýrsmaður: - Harvið slepst undan stórum eftirrokningum til føroyskar fólkapensjónistar, og hetta fer at gera tað lættari hjá pensjónistum, ið hava eina inntøku aftrat fólkapensjónini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-08-12 15:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur í eina tíð verið tosað um pensjón.

Eitt eru ætlaninar um at hækka pensjónsaldurin úr 67 ár upp í 70 ár. Hetta fer eftir øllum at døma at henda skjótt.

Men so er tað sjálv almannapensjónin og ymiskir tættir í henni. Tað eru nógv, sum hava víst á, at partar av pensjónini ikki geva nóg góða meining.

Almanna- og mentamálaráðið hevur nú sent eitt uppskot til ummælis um ymiskar broytingar í almannapensjónslógini. Tað skal eftir ætlan gera skipanina meira smidligum

- Við lógaruppskotinum verða reglurnar viðvíkjandi um- og eftirrokning av fólkapensjón broyttar. Farið verður yvir til eina meira smidliga skipan, sum ger tað møguligt at tillaga pensjónina, so hvørt sum inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistinum broytast.

Harvið slepst undan stórum eftirrokningum til føroyskar fólkapensjónistar, og hetta fer at gera tað lættari hjá pensjónistum, ið hava eina inntøku aftrat fólkapensjónini, skrivar aðalráðið í fráboðan.

Við uppskotinum verður harafturat farið yvir til eina skipan, har pensjónin ikki longur verður goldin frammanundan, men ístaðin verður goldin afturút.

Til ber at lesa meira á ammr.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder