2026-05-08 17:56
Fólkatónleikabólkurin Strámenn spældi fyrstu ferð saman í 2018 til Grannakaffi í Miðvági. Tað vant so líðandi uppá seg við spælinum. Eftir hetta hava framførslur verið av ymiskum slagi gjøgnum. Á Contry Festivalinum byrjaði tað sum “syngi við” í tjaldinum við countrygøtuna.
Seinastu tvey árini hava teir spælt á Stakkapalli. Tónleikaskráin fevnir um bluegrass, country og fólkatónleik. Í ár fara teir á pall at framføra, har øll løgini eru sangir hjá Jóan Jakku Guttesen, sála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald