Hetta vikuskiftið, frá í dag til sunnudagin, er tiltakið Vælverudagar í Skálavík. Hetta er eitt tiltak, har dentur verður lagdur á vælveru, náttúru, felagsskap og sum savnar fólk úr øllum landinum til eitt róligt og innihaldsríkt vikuskifti.
Skráin er fjølbroytt og fevnir um alt frá joga og sauna til fyrilestrar, gongutúrar og mentanarlig tiltøk. Gestir fáa møguleikan, at royna ymiskar hættir at styrkja bæði kropsliga og sálarliga trivnaðin í natúrliga og friðarliga umhvørvinum í Skálavík.
Millum hæddarpunktini eru fyrilestrar um akupunktur, uppmerksemi og heilsu. Jogatímar við Berja Yoga, sauna og hitapottur, stand-up við Elisu Vang og konsert við Marius Ziska. Eisini verða tiltøk fyri børn, umframt gongutúrur til Skálhøvda saman við Náttúruterapi.
Endamálið við Vælverudøgum er, at skapa eitt stað, har fólk kunnu steðga á, finna ró og fáa íblástur til eitt betri og meiri javnvigað lív.
Tiltakið er opið og ókeypis fyri øll, men tað er avmarkað atgongd til flestu tiltøkini.
Um ein vil tryggja tær pláss til joga ella saunagos, ber til at melda seg til á Caféini á Mølini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald