Uttanlands

SNP vann stórsigur í Hetlandi

Fyri fyrstu ferð verða hetlendingar ikki umboðaðir av einum liberaldemokrati í skotska tjóðartinginum

Hannah Mary Goodlad, umboðandi SNP, vann stórsigur á valinum í Hetlandi í gjár

Hannah Mary Goodlad, umboðandi SNP, vann stórsigur á valinum í Hetlandi í gjár

2026-05-08 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður Hannah Mary Goodlad, umboðandi skotska loysingarflokkin, Scottish National Party, SNP, sum skal umboða Hetland í skotska tjóðartinginum í Edinburg hetta komandi valskeiðið. Valið var í gjár, men farið varð ikki undir at telja atkvøðurnar fyrr enn í morgun, og fyri løtu síðani varð úrslitið kunngjørt.

Valið í Hetlandi í gjár gjørdist søguligt, tí hetta var fyrstu ferð síðan skotska tjóðartingið varð endurreist, at tað ikki er eitt umboð úr liberaldemokratiska flokkinum, sum fer at umboða Shetland.

Higartil hevur tað verið næstan óhugsandi, at ein annar enn socialliberali flokkurin fór at vinna eitt val í Hetlandi. Tí sama er galdandi tá hetlendingar (saman við orknoyingum) hava valt umboð til undirhúsið í London.

Les eisini: Møguleiki fyri søguligum valúrsliti í Hetlandi

Hetland hevur valt liberalt í øllum valum síðan 1832 við undantaki av tveimum skeiðum – frá 1835 til 1837 og frá 1935 til 1950.

Hesaferð gjørdist úrslitið, at valevnið hjá SNP, Hannah Mary Goodlad, fekk 5.453 atkvøður, meðan Emma MacDonald hjá teimum liberalu fekk 3.936 atkvøður.

Á teimum næstu plássunum kom grøni flokkurin við 939, Reform UK við 725, Labour við 169, konsservativi flokkurin við 137, listasamgongan Sovereignty/Alliance to Liberate Scotland 65 atkvøður og einsamalla valevnið, ið stillaði upp uttanflokka fekk 50 atkvøður.

Nýggj í politikki

Nýggi tjóðartingslimurin fyri Hetland er nýggj í politikki. Hon er miðskeiðis í tríatiárunum, útbúgvin jarðfrøðingur, og hevur arbeitt innan oljuleiting fyri norska oljufelagið Equinor.

Hon er dóttir føroyavinin John Goodlad, sum hevur skrivað fleiri søguligar bøkur um hetlendskan fiskiakap og eisini um samstarv millum hetlendingar og føroyingar gjøgnum tíðirnar.

Kappingarneyti hennara, Hannah MacDonald í sosialliberala flokkinum, er ikki óroynd í politikki, hóast hetta var fyrsta ferðin, at hon stillaði upp til tjóðartingsvalið. Hon er sitandi forkvinna fyri lokala tingið í Hetlandi, Shetland Island Council. 

Afturval í Orknoyggjum

Í Orknoyggjum broyttist einki. Liam McArthur úr liberaldemokratiska flokkinum varð afturvaldur.

Hann fekk 7.221 atkvøður svarandi til heili 70,2 prosent av øllum atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder