Innanlands

Nú skal gongd setast á íbúðarbygging í Eysturkommunu

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at bjóða øki norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging, at gera øki í Syðrugøtu klárt, og at arbeiða víðari við at finna økir til íbúðarbygging í Leirvík

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2021-02-27 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Eysturkommunu er eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum stórur, og tí hevur býráðið í kommununi sett sær fyri at fáa gongd á íbúðarbyggingina fyri at fáa fleiri bústaðir.

Á býráðsfundi 28. januar samtykti býráðið í Eysturkommunu at bjóða økið norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging, og á seinasta býráðsfundi 25. februar samtykti býráðið eisini at gera økið í Syðrugøtu klárt til íbúðarbygging.

Talan er um matrikul 72f í Norðragøtu og matrikul 215a í Syðrugøtu á ávikavist 7.000 og 5.000 fermetrar. Í báðum førum skal økið fyrst marknaðumskipast áðrenn tað kann bjóðast út. Økið í Syðrugøtu liggur í einum B1 øki, sum sambært byggisamtyktini fyri Eysturkommunu er ætlað til “alternativa íbúðarbygging”. Partur av matriklinum liggur tó í frílendi, og tí skal matrikulin deilast upp, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Eisini hevur býráðið samtykt at arbeiða víðari við at finna økir til íbúðarbygging í Leirvík.

Nógvar fyritøkur hava eisini víst áhuga fyri at byggja íbúðir í Eysturkommunu, har fólkatalið seinasta árið er vaksið við 62 íbúgvum.

Fólkatalið í kommununi er vaksið støðugt seinastu árini. Í 2015 fór íbúgvatalið upp um 2.000 íbúgvar, og 1. januar 2021 búðu 2.214 íbúgvar í kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder