Innanlands

Nú síggjast staðarnøvnini á almenna kortinum hjá Vágs kommunu

Næsta stig á leiðini er at fáa søgurnar, ið knýttar eru at staðarnøvnunum og sum greiða frá, hví staðið er navngivið soleiðis, á kortið. Tað eru Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar, sum seinastau 18 mánaðirnar hava arbeitt við at staðsett staðarnøvnini í Vági

Nú staðarnøvnini er komin á alnótina, kunnu áhugaði senda inn viðmerkingar, søgur og staðarnøvn, ið er ikki komin við á korti enn (mynd: vagur.fo)

Nú staðarnøvnini er komin á alnótina, kunnu áhugaði senda inn viðmerkingar, søgur og staðarnøvn, ið er ikki komin við á korti enn (mynd: vagur.fo)

2022-04-06 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani november 2020 hava Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar arbeitt við at staðsett staðarnøvnini í Vági á almenna kortinum, og nú kunnu tey síggjast.

Í juni 2021 var ein framsýning í Miðlatúnið, har almenninginum fekk høvi at koma við viðmerkingum og sínum ískoyti til staðanøvnini. Hetta arbeiði heldur tó fram, og nú staðarnøvnini er komin á alnótina, kunnu áhugaði senda inn viðmerkingar, søgur og staðarnøvn, ið er ikki komin við á korti enn. 

Um man hevur viðmerkingar ella eitt ískoyti til staðarnøvnini, ber til at senda ein teldupost til [email protected]

Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.

- Søgurnar, ið eru knýttar at staðarnøvnunum og ið greiða frá, hví staðið er navngivið soleiðis, eru eftir at avgreiða. Hetta verður næsta stig á leiðini. 

Almenna kortið sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder