Innanlands

Nú sæst ein týðiligur vøkstur í løntakaraskaranum

27.791 løntakarar vóru í apríl - hetta eru næstan 500 fleiri enn í apríl 2021. Talan er um áleið eins stóran vøkstur hjá kvinnum og monnum

Í apríl vóru 14.226 menn og 13.565 kvinnur í løntakaraskaranum (Mynd: hagstova.fo)

Í apríl vóru 14.226 menn og 13.565 kvinnur í løntakaraskaranum (Mynd: hagstova.fo)

2022-05-11 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum.

Soleiðis skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari í dag, har víst eisini verður á, at tað bæði eru fleiri kvinnur og menn í løntakaraskaranum nú.

Í apríl vóru 14.226 menn og 13.565 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 260 fleiri menn og 220 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.

Samanlagda talið fyri apríl var 27.791, og tað er 1,8 prosent fleiri enn í fjør - 473 løntakarar.

[object Object]


[object Object]

Um hugt verður eftir býtinum eftir vinnugreinum, so sæst ein javnur vøkstur í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Tað hava verið færri løntakarar í byggivinnuni seinastu árini, men trendurin bendir á, at løntakaratalið ikki minkar longur, skrivar hagstova.fo, har fleiri tøl eru útgreinaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder