Innanlands

Nú kann Grønland avgera egin tíðarøkir

Hava heimtikið málsøkið, kallað “Tidens bestemmelse”

2022-05-12 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønland hevur nú fingið sjálvsavgerðarrætt yvir sína egna tíð.

Tað hendi, tá Grønland og Danmark í gjár gjørdu avtalu um at Grønland yvirtekur málsøkið, kallað “Tidens bestemmelse”.

- Vit síggja fram til at avgera vetrar- og summartíð og fastleggja tíðarsonurnar í Grønlandi í okkara egna tingi til heystar, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, í tíðindaskrivi eftir at hann hevði skrivað undir avtaluna við donsku ráðkvinnuna við samferðslumálum, Trine Bramsen.

Danmarks Radio skrivar, at grønlendska vinnulívið nú sær fram til at fáa fleiri tímar saman við teimum marknaðu, sum Grønland hevur samstarv við.

Í løtuni eru fýra tímar á muni millum Nuuk og Keypmannahavn. Hetta merkir, at flestu fólk eru farin heim úr arbeiði í Danmark, tá tað er døgurðatíð í Grønlandi. Í Føroyum er tíðarmunurin ein tíma minni.

Fýra tíðarsonur eru í løtuni í Grønlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder