Innanlands

Nú fer nývalda tingið til arbeiðis

40 dagar eftir valið er tingfundur, tó bara við framløgu á skránni

Higartil hevur nývalda tingið ikki gjørt annað enn at velja løgmann, formansskap og skipa seg í nevndir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Higartil hevur nývalda tingið ikki gjørt annað enn at velja løgmann, formansskap og skipa seg í nevndir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-17 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er Føroya Løgting kallað saman til fundar klokkan 11 við eittans máli á skránni, nevniliga framløga.

Tað vil siga, at nú kann nývalda løgtingið endiliga fara til arbeiðis og arbeiða við politikki og ítøkilium lógaruppskotum.

Tað gingu sostatt 40 samdøgur, herundir bæði jól og nýggjár, frá tí at løgtingsvalið var, til nývalda landsstýrið legði síni fyrstu mál fyri tingið, og harvið eisini gav andstøðuni møguleika fyri at gera tað sama.

Sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, verður fyrstu tingfundur við fyrstu viðgerðum á skránni væntandi hildin hósdagin.

Síðan løgtingsvalið hevur løgtingið ikki gjørt annað, enn at skipa seg sjálvt við vali av løgmanni og formansskapi og seinni við valið av førstu nevndunum á tingi.

Eftir seinasta løgtingsval í 2019 tók tað eisini drúgva tíð innan tingarbeiðið veruliga kom í gongd.

Løgtingsval var 31. august og ikki fyrr enn 4. november var ‘stóri framløgudagur’ hjá nývalda landsstýrinum – altso 65 dagar eftir valið.

Men tá hevði løgtingið verið saman fleiri ferðir áðrenn hesa framløguna, tí tað var ein fíggjarlóg og fleiri eykafíggjarlógaruppskot, sum vórðu viðgjørd av tinginum áðrenn landsstýrið kom við sínum fyrsta lógarpakka. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder