Innanlands

Nú eru yvir 35.000 liðugt koppsett

Meira enn helmingurin av teimum, ið vórðu koppsett í gjár, vórðu koppsett á Giljanesi

314 fólk vórðu koppsett fyri koronu í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

314 fólk vórðu koppsett fyri koronu í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-09 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu 314 fólk koppsett fyri koronu. Harav fingu 97 fólk fyrra prikið, meðan 217 fólk fingu tað seinna.

178 fólk vórðu koppsett í Vágum, tá eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Skúlanum á Giljanesi, skrivar corona.fo.

- Nú hava 37.106 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.140 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Tilsamans 72.246 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder