Innanlands

Nú eru 21 smittað við koronu

Fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-06 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Sostatt er talið á smittaðum í løtuni komið upp á 21.

Í trimum førum er smittukeldan kend, í einum føri er tilburðurin staðfestur á 4. degi eftir komu til Føroya, og í hinum førinum er smittukeldan ókend, skrivar corona.fo.

880 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder