2023-01-25 16:17

Til tíðir eru ferðsluóskil á ítróttarøkinum í Gundadali, har nógvir bilar parkera uttanfyri merktu parkeringsbásarnar.
Nú vil Tórshavnar kommuna koma hesum til lívs, og í hesum sambandi eru eitt kort og eini boð løgd út á heimasíðuna í dag.
- Fyri at tryggja at tað altíð er gjørligt hjá neyðsendarbilum at sleppa framat, er parkeringforboð lýst fyri norðara part av ítróttarøkinum í Gundadali.
Tað vil siga, at tað bert er loyvt at parkera á merktum parkeringsbásum innanfyri reyða økið á myndini niðanfyri.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/01/25/gallery-thumbnail/1674644249cxbszr1n9s.jpg)
Mynd: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald