Mentan

Nú ber aftur til at søkja um miðlastuðul

Privatir miðlar kunnu nú søkja um at fáa part av teimum tveimum milliónunum, sum eru settar av fyri 2018

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-29 15:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á fíggjarlógini eru tvær milliónir krónur settar av til miðlastuðulin. Ætlanin við miðlastuðlinum er at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og at tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum.

Og Mentamálaráðið skrivar á heimasíðuni í dag, at tað nú ber til at søkja um miðlastuðul fyri 2018.

Stuðulin er ætlaður prentaðum tíðindamiðlum, loftbornum tíðindamiðlum og skrivaðum tíðindanetmiðlum.

Umsóknarfreistin er 1. oktober.

Miðlastuðulin fyri 2017 varð býttur soleiðis:
Sosialurin kr. 824.365,00
Dimmalætting kr. 294.902,00
Norðlýsið kr. 193.854,00
Portal.fo kr. 192.898,00
Rás 2 kr. 186.168,00
Vp.fo kr. 152.514,00
R7 Kringvarp kr. 136.138,00
Jn.fo kr. 19.160,00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder