Mentan

Nú ber aftur til at søkja mentanarstuðul frá Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, og freistin at søkja hesuferð er 10. februar

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2020-01-22 21:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul, sum verður útflýggjaður tríggjar ferðir um árið.

Freistin at vera við í fyrstu útlutingini í 2020 er 10. februar. Tá skal oyðublaðið saman við frágreiðing og fíggjarætlan latast kommununi, skrivar Runavíkar kommuna.

Tá freistin er farin, viðgerð mentanarnevndin hjá kommununi innkomnu umsóknirnar og letur stuðul.

Reglugerðin fyri mentanarstuðulin

  • Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Runavíkar kommunu.
  • Fæið, verður latið sambært hesum ásetingum:
  • Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.
  • Lýst verður í bløðunum og á heimasíðuni hjá kommununi um, at til ber at søkja stuðul, og nær freistin er at søkja.
  • Tiltøkini ella verkætlanirnar, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.
  • Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Runavíkar kommunu í hesum árinum. Tó kunnu tey eisini vera á øðrum staði, um mett verður, at tey varpa ljós á Runavíkar kommunu.
  • Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdarfólk skal nevnast.
  • Tiltøk, ið hava egin- ella aðra fígging enn bert kommununnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd.
  • Meginreglan er, at stuðulin verður latin, tá ið tiltakið hevur verið.
  • Sama verkætlan fær í mesta lagi stuðul tvær ferðir.
  • Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting sendast kommununi.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder