placeholder
Innanlands

Norskur íleggjari ákærdur fyri svik

Eirik Hokstad er ækurdur fyri at hava snýtt fyri yvir 100 milliónir norskar krónir

Mynd: Bergens Tidende

Mynd: Bergens Tidende

2019-07-15 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norskir miðlar skriva, at Eirik Bysheim Hokstad vorðin ákærdur fyri at hava svikað fyri fleiri enn 100 milliónir norksar krónur (78 milliónir danskar). Hetta er farið fram ímillum 2011 og 2018.

Hokstad var ein stórur ognaríleggjari í Bergen, men í ákærunum ið eru reistar nú, skal hann millum annað standa til svars fyri at hava falsað pappírir, nýta samleikan hjá onkrum øðrum og fyri at hava snýtt býin Bergen.

Felagið hjá Hokstad átti yvir 100 bústaðir í Bergen. Tað fór á heysin í 2016, og stutt eftir vórðu hann og samstarvsfelagin, Asgeir Steinsland handtiknir. Hetta var fyri at svikað á ein hátt, so virði á bústøðunum stóð til at vera hægri, enn tað veurliga var, soleiðis at møguleiki var at taka hægri lán. Steinsland er tó ikki ákærdur fyri nakað.

Eirik Hokstad kann fáa millum 10 og 12 ár í geglinum, um hann verður dømdur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder